Um okkum

Keyp er staðið, har tú finnur lýsingabløðini og tilboðini frá handlum í Føroyum — saman við keypslistanum, gávuhugskotum og fráboðanum, tá ið tær vørur, tú fylgir, koma á tilboð. Alt er ókeypis at brúka, bæði á keyp.fo og í Keyp appini.

Lýsingabløð

Sum partur av Keyp.fo er lýsingabløðini. Her kanst tú lætt leita eftir tilboðum.

Keypslistin

Legg vørur í keypslistan beint úr lýsingabløðunum, ella skriva tær inn. Ritar tú inn, verður listin goymdur, og tú kanst deila hann við títt húski — tá ið ein leggur eitt afturat, síggja hini tað við tað sama. Tú kanst eisini brúka listan uttan at rita inn.

Gávuhugskot

Partur av Keyp er eisini Gávuhugskot, har tú skjótt og lætt kanst finna góð gávuhugskot frá handlum kring landið. Hvørt tað er til føðingardagar, konfirmatiónir ella onnur høvi, so hjálpa vit tær við at finna tí røttu gávuna.

Keyp appin

Í Keyp appini hevur tú alt hetta við tær: lýsingabløðini, leitingina eftir tilboðum, innkeypslistan og gávuhugskotini. Appin er ókeypis, og tú kanst brúka hana uttan kontu. Heinta appina til iPhone.

Fráboðanir

Í appini kanst tú skráseta, hvørjar vørur tú ynskir at fylgja við, so fært tú eina fráboðan, tá ið tær koma á tilboð. Tú kanst eisini fylgja handlum, og fáa boð frá teimum, tá ið teir senda út dagstilboð ella serligan avsláttur. Fráboðanir krevja eina Keyp kontu, og tú velur sjálv/ur, hvat tú vilt hava boð um.

Handlar

Á keyp.fo kanst tú eisini finna handlar og nethandlar í Føroyum - ella við øðrum orðum: Hvør selur hvat í Føroyum.

Samband og hjálp

Hevur tú spurningar, trupulleikar ella viðmerkingar til Keyp.fo ella Keyp appina, er tú altíð vælkomin at senda ein teldupost til support@keyp.fo. Vit svara so skjótt sum gjørligt.

Keyp verður rikið av Keyp ÍVF, ið heldur til í Føroyum. Les eisini okkara privatlívspolitikk, har tú kanst síggja, hvussu vit handfara tínar dátur.

Takk fyri at tú brúkar Keyp — vit vóna, at tú finnur tað, tú leitar eftir!